CO2

Hvør er CO2-maðurin?

 

CO2-maðurin er ein púra vanligur drongur, men tað er eitt, sum hann ikki tolir. Tað er, tá ið fólk oyðsla við streymi, olju og øðrum, sum fer illa við umhvørvinum. Tá kemur CO2-maðurin í drongin.


CO2-maðurin er altíð vakin. Tá ið hann sær, at vit oyðsla, leggur hann ikki fingrarnar ímillum, men vísir á loysnir, sum vit kunnu brúka til at verja umhvørvið. Tí gera vit einki, so kann CO2-útlátið spilla jørðina.

 
CO2-maðurin heitir á allar føroyingar um at hjálpa til at stríðast fyri umhvørvinum. Vónandi fara skúlar og ung sum heild at vera við í filmskappingini um teir fantastisku vinningarnir frá City. Seinasta freist at senda inn filmar er 01.10.2009.

SENDISTOVAN